Varmekanter
Í sambandi við alheims upphitingina, og í trá við ynski okkara, um at verja umhvørvið, hevur Import.fo gjørt av, at øll vindeygu og hurðar vit selja, sum standard, hava super lágorku glas og “varme kanter”.
Super lágorku glas er tað nýggja, sera orkusparandi glasið, ið er komið á marknaðin. Glasið bjálvar avbera væl, og hevur eitt orku-tap uppá bert U1,1. Glasið er
Eisini hava vindeygu og hurðar okkara tað ið rópt verður “varme kanter”.
Talan er um frástøðulistan, sum er millum innara og uttara glasið. Vanliga er hesin gjørdur úr aluminium. Sum kunnugt er aluminium sera kulda/hita leiðandi. Hetta sæst á tann hátt, at tað ofta er kondensur (væta) á glasinum, um morgnanar, tá tað hevur verið kalt úti. Serliga niðarlaga á glasinum og í hornunum.
|
|
|
|
|
Reyða linan vísur frástøðulistan |
Nærmynd av glasfibur frástøðulistanum |
Dømi um kondens á glasi við aluminium frástøðulista |
Um tú hevur “varme kanter” verður hesin frástøðulistið gjørdur úr glasfibur, fyri at tryggja eina so góða bjálving, sum gjørligt, í øllum glasinum. Hetta avmarkar eisini munandi um kondens (vætu) á glasinum.
Hetta er serliga umráðandi í trævindeygum, tí, sum øllum kunnugt, standast nógvir trupulleikar av, at tann niðasti parturin í vindeyganum litferst, verður svartur, og í summum førum rotnar. Hetta verður munandi avmarkað við “varme kanter”.



