Úthurðar í plast
Fyri at lætta um, tá ein skal avgera hvussu hurðin skal síggja út, er her greitt frá hvussu hurðin kann setast saman. Tað er einki standard mát ella snið. Hurðin verður gjørd, sum tú ynskir. Tú setir saman við gløsum, listum og fyllingum, sum tú vil. Hetta merkir tískil, at um tú ynskir, kann tú fáa hurðina at líkjast ella fylgja t.d. undirkantinum á vindeygunum.
Glasið kann verða av ymiskum slag, alt eftir hvussu nógv ljós ein vil hava skal koma inn, og um ein ynskir at tað skal verða møguligt at síggja ígjøgnum.
- Listar fáast 25, 50 og 65 mm. Hesir liggja uttan á glasinum. 25 mm listar kunnu fáast inni í glasinum.
- Fyllingar fáast slættar ella við fresingum. Fresingarnar fáast sum fiskabein, vatnrættar, lodrættar og diagonalar.
Allar hurðar eru við 3 punkts læsing og við dubultum pakningum.
Eisini kan ein fáa plast vindeygu og hurðar í øðrum litum og við áringum. Hetta verður gjørt við serligum filmi ið verður sveisaður á.




























