Træ vindeygu
Øll vindeygu og hurðar eru framleidd úr kjarnutræ! Træ fyri lívið!
Tað er einki standard mát ella snið. Vindeyguni verða gjørd, sum tú ynskir. Tú setir saman við gløsum, listum og fyllingum, sum tú vil.
Glasið kann verða av ymiskum slag, alt eftir hvussu nógv ljós ein vil hava skal koma inn, og um ein ynskir at tað skal verða møguligt at síggja ígjøgnum.
Vil tú síggja møguleikarnir innan TRÆvindeygu so trýs her (uml 1mb)
- Bakfestar glaslistar og síðan fuga við hond, innan og uttan. T.v.s. ongir sjónligir seymir, ið kunnu rusta og 100 % tætt
- Vinnuyvirflatuviðgerð ið gevur sera sterkt haldføri
- Aluminium drypplisti
- Impregnerað v/fungicider (soppadrepara), 2 umførð við grundmáling, millum-slípað og síðani 2 umførð við sluttlakk. Miðallagstjúkdin er 160 um (vanligt er 90 um)
- Hita galvaniserað hongsul v/ messingtappi
Í sambandi við alheims upphitingina, og í trá við ynski okkara, um at verja umhvørvið, hevur Import.fo gjørt av, at øll vindeygu og hurðar vit selja, sum standard, hava super lágorku glas og “varme kanter”.
Hetta er serliga umráðandi í trævindeygum, tí, sum øllum kunnugt, standast nógvir trupulleikar av, at tann niðasti parturin í vindeyganum litferst, verður svartur, og í summum førum rotnar. Hetta verður munandi avmarkað við “varme kanter”.
























