Træ úthurðar
Træ úthurðar finnast í tveimum skapum. Rammuhurð og plátuhurð. Tað er einki standard mát ella snið. Hurðin verður gjørd, sum tú ynskir.
- Plátuhurðar hava, sum orðið sigur, skapið av eini plátu. Tvs. Eingin ramma. Hesar eru sterkari og betri bjálvaðar.
- Ein rammuhurð er gjørd av eini rammu. Í hesi rammu er so møguleiki at hava gløs, listar og fyllingar eftir ynski.
Glasið kann verða av ymiskum slag, alt eftir hvussu nógv ljós ein vil hava skal koma inn, og um ein ynskir at tað skal verða møguligt at síggja ígjøgnum.Listar fáast sum 24 mm álímaðir ella sum 44 mm gjøgnumgangandi. Fyllingar fáast slættar ella við fresingum. Fresingarnar fáast sum fiskabein, vatnrættar, lodrættar og diagonalar.
Allar hurðar eru, sum standard, hvítar RAL9010. Tær kunnnu tó litast eftir ynski. Allar hurðar eru liðugt viðgjørdar. Hetta hava vit valt av tí at garanti móti rot o.ø. er tengt av at framleiðarin sleppur at liðugtgera vøruna.















