Roynd á Sornfelli
Væl vitandi, at veðurlagið í Føroyum kann verða sera ótespiligt, valdi Import.fo at gera nakrar royndir við klædninginum, áðrenn avtala varð gjørd við framleiðaran um sølu í Føroyum.
Fyrstu húsini ið vóru klødd við Canexel vóru liðug klødd í decembur 2003 og enn sæst einki til slit á teimum. Eisini er roynd gjørd har klædningurin hevur ligið í vatni í eitt ár.
Á sumri 2004 varð Canexel fest á kuplarnar á toppinum á Sornfelli, har veðrið veruliga ger um seg. Enn sæst einki til slit, øvugt av træ klædninginum, ið er sand-blástur og bardur av tí serliga harða veðrinum ið mestsum herjar árið runt á toppinum.
Sí annars myndirnar omanfyri, sum eru tiknar á Sornfelli á heysti 2008.







