Mahogny úthurðar
Hesar hurðar eru, sum útgangsstøði, av sama sniði sum træ. Sum standard eru hurðarnar oljuviðgjørdar ístaðin fyri lakkeraðar. Møguleiki er tó eisini fyri at fáa hurðina lakkeraða við liti eftir egnum ynski.
Tað er einki standard mát ella snið. Hurðin verður gjørd, sum tú ynskir.
Glasið kann verða av ymiskum slag, alt eftir hvussu nógv ljós ein vil hava skal koma inn, og um ein ynskir at tað skal verða møguligt at síggja ígjøgnum. Listar fáast sum 24 mm álímaðir ella sum 44 mm gjøgnumgangandi. Fyllingar fáast slættar ella við fresingum. Fresingarnar fáast sum fiskabein, vatnrættar, lodrættar og diagonalar.






