Klædningur
Klædningur
Í samband við at framleiðarin av okkara vælumtøkta klædningi, hevur valt ikki at hava brúnt á lagri meiri, men bert verður ser-framleitt, hava vit valt at selja brúna klædningin, vit hava á lagri, við stórum avsláttri.
Fyrr kr 169/kvm, v/mvg, Nú kr 129/kvm, v/mvg
Avmarka nøgd!
Canexel klædningur verður framleiddur í Kanada og hevur verið ein luksus klædningur har í skjótt 30 ár. Hann er eitt sera gott alternativ til vanliga træklædning vit kenna í Føroyum. Klædningurin er liðugt viðgjørdur og hevur eitt 25 ára garanti uppá tilfarið og 15 ára garanti uppá málingina. Klædningurin er seldur í Íslandi í 15 ár og hevur víst sera góð úrslit har eisini.
Hann er serliga væl umtøktur tí hann hevur hitan, sjarmuna og vakurleikan á vanligum træklædningi uttan at hava allar vansanar.
Klædningurin er framleiddur úr harðviði. Síðani verður hann skorin og splintraður. Síðan er hann saman pressaður og tilegnaður.
Klædningurin hevur 5 løg av máling. Hesu eru brend á klædningin í ovni við høgum hitastigum. Hetta gerð at trygd kann veitast um at litirin heldur sær í minst 15 ár. Klædningurin verður framleiddur í brettum ið eru 3,66m long og uml. 28 cm breið. Tvs. at tað er uml. 1 kvm í hvørjum bretti.
Klædningurin hevur ongar sjónligar seymir. Seymurin verður negldur í kambin og merkir tað at seymurin verður fjaldur av næsta brettinum.
Klædningurin kann nýtast vatnrætt, lodrætt ella diagonalt. Um ynski skuldi verið at mála klædningin, kann klædningurin málast sum vanligt træ. Munurin er tó, at hetta tilfar heldur væl betur uppá málingina, tí tilfarið er so tætt, at tað inniheldur minimalt av vætu og luft.
Vit hava 6 ymiskar litir á lagri.










































