Kjarnutræ
Kjarnutræ – træ fyri lívið!
Vit hava nokk øll undrast yvir t.d. teir gomlu bygningarnar úti í Tinganesi, og tær gomlu træ kirkjurnar. Nógvir av hesum bygningunum eru fleiri hundrað ára gamlir. Viðurin stendur ár um ár, uttan at tíðin setir síni spor. Einki rot, tí tað høga kjarnu innihaldið í viðinum forðar fyri at tílíkt kann grógva í viðinum. Her er talan um kjarnutræ!
