Canexel
Canexel klædningur verður framleiddur í Kanada og hevur verið ein luksus klædningur har í skjótt 30 ár. Hann er eitt sera gott alternativ til vanliga træklædning vit kenna í Føroyum, men við tí fyrimuni at hann skal ikki viðlíkahaldast. Klædningurin er liðugt viðgjørdur og hevur eitt 25 ára garanti uppá tilfarið og 15 ára garanti uppá málingina.
Hann er serliga væl umtøktur tí hann hevur hitan, sjarmuna og vakurleikan á vanligum træklædningi uttan at hava allar vansanar.
Klædningurin hevur 5 løg av máling. Hesi eru smeltað á klædningin í ovni við høgum hitastigum. Hetta ger, at trygd kann veitast, um at litirin heldur sær í minst 15 ár. Klædningurin hevur ongar sjónligar seymir. Seymurin verður negldur í kambin, og merkir tað at seymurin verður fjaldur av næsta brettinum.
Klædningurin er framleiddur úr træfibur, mesti viðurin úr harðviði . Fyrst verður hann skorin og splintraður, síðani er hann saman pressaður og tilegnaður.
Klædningurin verður framleiddur í brettum ið eru 366 cm long og uml. 28 cm breið, netto. Tvs. at tað er uml. 1 kvm í hvørjum bretti.
Klædningurin kann nýtast vatnrætt, lodrætt ella diagonalt. Um ynski skuldi verið at mála klædningin, kann klædningurin málast sum vanligt træ. Munurin er tó, at hetta tilfar heldur væl betur uppá málingina, tí tilfarið er so tætt, at tað inniheldur minimalt av vætu og luft. Vit hava 6 ymiskar litir á goymslu. Klædningurin er seldur í Íslandi í 15 ár, og hevur víst sera góð úrslit har eisini.






















































